KELVIN hevur drúgvar royndir innan el, køling og hitaendurvinning. Visiónin er at menna hita og køling, bæði á tí orkusparandi økinum og at endurvinna spillhitan. Krøvini til starvsfólki er útbúgving og at halda seg vitandi um hvussu arbeiði kann gerast betri innan hesum økini. Á henda hátt vilja vit tryggja kundanum eina so góða íløgu og rakstur sum gjørligt.
KELVIN - Ein fyritøka í menning
Orkusparing
Umleið fimti hvør kwh sum sev selur fer til køling og hetta tali er veksandi tí hitapumpur sum nú vinna frama hjá tí privata húsarhaldinum vera riknar við ravmagn. Eftirlit er tí av størsta týdning fyri at varveita eina lága elnýtslu, og er hetta ein tænasta vit hava ment nógv, so kundin fær mest fyri minst.
Førleikar
Eingin uppgáva innan okkara øki er ov lítil, ov stór ella liggur uttanfyri áhugaøki. Vit hava royndir frá teim mest framkomnu skipanum sum nýggju Norðborg við ammoniakk-koltvísýru. Annað er tildømis hitaendurvinningin í fíggjamálaráðnum, ein uppgáva okkara starvsfólk hava lagt lunnar undir.
Hetta gera vit
Vit arbeiða við øllum sløgum av hitapumpum, og vit bjóða eisini eftirlitsavtalur.
Vit eru serfrøðingar innan køling og endurnýtslan av kulda frá verandi anleggum.
Vit eru serfrøðingar í ventilatónsskipanum og aircondition anleggum umborð á skipum, og leggja stóran dent á kvalitet og servisering.
Vit hava allar førleikar til at skifta yvir frá R22 yvir til onnur lóglig kølievni.
Vit arbeiða dagliga við optimering av anleggum, eins og vit ráðgeva og designa anlegg, t.d. ammoniakk/koltvísýru-skipanir.
Virkisupplýsingar
Betri Banki: 9181 – 577.867.2
Skrásetingarnummar: 8198
V-tal: 661902
Arbeiðsøkir og loysnir
- HITAENDURVINNING:
Spar pening og far væl um - GRØN ORKA:
Umhvørvisrættar avgerðir - SJÓHITI / BERGHITI:
Gagnnýt nátúrligu orkuna - KØLING:
Royndir við køling í síðan 1995
- Optimering av verandi anleggum
- Endurnýta hita/kulda frá verandi anleggum
- Ráðgeving og design av anleggum
- Góðska í arbeiði og tilfari
- Servisering av kundum
- Service avtalur